Kvinnurnar styrkismettar í triðju røð

bannari
Kvinnurnar styrkismettar í triðju røð
Hósdagin 22. mai verður HM-lutakastið hjá kvinnulandsliðnum. Altjóða hondbóltssambandið, IHF, hevur kunngjørt styrkismetingina og Føroyar eru í triðju røð
Hondbóltslandsliðið hjá kvinnum í dysti móti Litava
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2025 - 13:03

Hósdagin 22. mai verður HM-lutakastið hjá kvinnulandsliðnum. Altjóða hondbóltssambandið, IHF, hevur kunngjørt styrkismetingina og Føroyar eru í triðju røð saman við Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Suðurkorea og Tunesia. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Føroyar luttaka í einum HM-endaspælið fyri vaksin. HM-endaspælið verður spælt í Týsklandi og Niðurlondum í døgunum 26. novembur til 14. desembur 2025.

 

Tað er longu greitt, at Føroyar koma at spæla sínar heimadystir í týska býnum Trier. Hetta er eftir ynski frá týska hondbóltssambandinum. Um Føroyar gerðast millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til Dortmund at millumumfarið. Liðini, sum ikki koma víðari úr innleiðandi umfarinum, spæla sonevnda Presidents Cup í ‘S-Hertogenbosch um plássini frá nummar 25. til 32.

 

Styrkismetingin sær soleiðis út:

 

Styrkisbólkur 1: Frakland, Noreg, Danmark, Ungarn, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro

Styrkisbólkur 2: Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola

Styrkisbólkur 3: Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Føroyar, Suðurkorea, Tunesia

Styrkisbólkur 4: Egyptaland, Uruguay, Kasakstan, Paraguei, Iran, Kuba, Kina, Kroatia

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266