Sissal Jóhanna: "Uppvaksin við at vera fevnandi"

Sissal Jóhanna: "Uppvaksin við at vera fevnandi"
"Eg eri errin av, at hon umboðar Danmark," skrivar Erik Stuve Hansen, stjóri fyri Bred Kultur & Fakta í DR. "Hon bjargar huglangum í ársins Eurovision," skrivar Aftonbladet
Gestur J. Lómstein
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen hevur gjørt stórt inntrykk til Eurovision við sínum sosialu førleikum
14.05.2025 - 13:41

Føroyska umboðið til Eurovision-sangkappingina í Basel, Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, verður nógv róst fyri sína framúrskarandi rødd og sangevnir. 

Men fleiri miðlar rósa eisini føroyska umboðið fyri hennara sosialu førleikar til at skapa eitt gott huglag millum allar luttakararnar. 

Eitt nú hevði svenska aftonbladet herfyri ein grein um Sissal við yvirskriftini: "Hon bjargar huglagnum í ársins Eurovision".

Sissal Jóhanna av sínum eintingum alt fyri eitt stig til at savna allar Eurovision-luttakararnar í einum WhatsApp-bólki, og yvirhøvur hevur hon roynt at syrgt fyri, at luttakararnir kenna seg væl. 

 

Sissal er longu ein vinnari

Stjórin fyri í Bred Kultur & Fakta í DR, Erik Stuve Hansen, ekkóar hesa eygleiðingina hjá Aftonbladet í einum Facebook-dagføring

"Uttan mun til, hvussu tað gongur í sjálvari kappingini, so er okkara danski luttakari Sissal ein av ársins vinnarum. Og eg eri snøgt sagt so errin av, at tað er hon, ið umboðar Danmark í ársins Eurovision, og tað risamunin, ið hon longu hevur gjørt, fyri at fáa allar evropearar fáa eitt gott Euvorvision-ár," skriar DR-stjórin á Facebook. 

Fyri Sissal Jóhonnu sjálva er tað púra nátúrligt at vera sosialt fevnandi. 

"Eg eri uppvaksin við, at øll eru vælkomin inn til okkum, so tað er nakað, ið liggur djúpt í mær."

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444