Fríggjakvøldið sendir KVF fyrsta part í íslendsku dramarøðini "Vigdís"

Um KVFTíðindi
Fríggjakvøldið sendir KVF fyrsta part í íslendsku dramarøðini "Vigdís"
Røðin snýr seg um Vígdis Finnbogadóttir, fyrsta kvinnuliga forseta í heiminum
Allir fýra partar í røðini verða tøkir á KVF Sjón fríggjadagin 16. mai.
 
14-05-2025

Fríggjakvøldið 16. mai klokkan 19 sendir Kringvarpið fyrsta part í íslendsku røðini "Vigdís".

Røðin er í fýra pørtum, og allir fýra verða tøkir á KVF Sjón fríggjadagin. Kringvarpið hevur keypt rættindini til røðina í eitt ár.


"Vigdís" er íslendsk dramarøð frá 2024. Røðin sigur frá sonnu søguni um Vigdís Finnbogadóttir, fyrsta kvinnuliga forseta í heiminum. Hon vaks upp sum ein vanlig genta, sum bara vil hava somu møguleikarnar sum yngri beiggi sín.  

Hvør av teimum fýra pørtunum viðger eitt ávíst tíðarskeið í lívi Vigdísar frá 1949 til 1980. Vit fáa innlit í privatlív hennara, eitt nú tá ið hon verður skild og gerst støk mamma, men eisini í arbeiðslívið og sjálvandi søguliga valstríðið í 1980  eini tíð, tá ið javnrættindi enn vóru langt úr eygsjón.


Hvat: Vigdís
Nær: Næstu fýra fríggjakvøldini í sjónvarpinum og á KVF Sjón frá 16. mai

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204

Um kvf css