Pensjónsmálini verða tikin aftur

Pensjónsmálini verða tikin aftur
Landsstýrismaðurin hevur fingið boð frá samgonguleiðsluni
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
 
19.05.2025 - 11:18

Pensjónsmálini verða tikin aftur.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, hevur fingið boð frá samgonguleiðsluni um, at hann skal taka pensjónsmálini aftur og arbeiða víðari við teimum.

Tað váttar Eirikur í Jákupsstovu fyri Kringvarpinum.

Annað málið snýr seg um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár, og hitt er um tíðartreytaða pensjón, ið kann tillutast fólki, sum frá tí fylta 16. árinum í minsta lagi í 50 ár, hava verið arbeiðsvirkin.

Vit frætta meira og tosa við landsstýrismannin í tíðindunum klokkan 12.20.

Tingfundurin, sum var tikin uppaftur klokkan 11, er niðurlagdur eina ferð aftrat.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur, at arbeitt verður framvegis við broytingaruppskotum, og tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 13:

 

tingfundur_utsettur

 

Fakfeløg hava funnist hvassliga at ætlanini hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin, og umboð fyri fakfeløgini eru eisini í tinginum í dag.

Myndir Bjarni Árting Rubeksen:

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820