Minst 104 bátar á norðoyarstevnu

Minst 104 bátar á norðoyarstevnu
Higartil hava 104 bátar melda til ársins fyrsta FM-kappróður, sum verður í Klaksvík á norðoyastevnu 31. mai
Aftur í ár er stórur áhugi at rógva millum børn og ung
 
25.05.2025 - 15:12

Minst 104 bátar skulu rógva, tá ársins fyrsti FM-kappróður verður á norðoyastevnu 31. mai.

Tilmeldingarfreistin er í morgin, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Tilsamans eru 111 bátar meldaðar til FM-róðrarnar í summar, og tað eru tveir bátar fleiri enn undanfarnu tvey árini. 

Í barna- og ungdómsbólkunum er stórur áhugi: 17 gentubátar og 15 dreingjabátar eru tilmeldaðir í barnaróðrinum, og í bólkinum fyri 14–16 ára gomul eru 11 dreingjamanningar og 12 gentumanningar. Harumframt eru 12 bátar tilmeldaðir í gentubólkinum fyri 17–18 ára gomul.

Í vaksnu bólkunum eru 12 bátar við hjá 6-mannaførum hjá monnum. Eisini í 8-mannaførum hjá monnum og 5-mannaførum hjá kvinnum eru nógvir bátar við í ár. Hinvegin eru framvegis bert trý 10-mannafør við.

Átta FM-vinnarar frá 2024 ikki verða at síggja í ár. Tí skulu nýggir meistarabátar finnast í flestu bólkunum. Talan er millum annað um Firvald, Kjósina og Tórsbátin, sum ikki verða at síggja. Hinvegin fara Fípan Fagra, Drekin, Jarnbardur og Klaksvíkingur at royna at verja FM-heitið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343