29 klipp fyri at brúka fartelefon

29 klipp fyri at brúka fartelefon
Gáloysni er millum vanligastu orsøkirnar til ferðsluvanlukkur, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd
Fólk fáa nú eisini klipp í koyrikortið fyri at brúka handhildna elektroniska útgerð, meðan tey koyra. 
 
02.06.2025 - 09:10

Enn einaferð biður Ráðið fyri ferðslutrygd bilførarar um at leggja fartelefonina frá sær, meðan teir koyra bil.

Fólk eiga at hugsavna seg um at koyra, tá tey koyra, eru boðini frá Ráðnum fyri ferðslutrygd.

Fyri júst einum ári síðani vóru reglurnar í ferðslulógini viðvíkjandi fartelefon í bilinum herdar, tá sektin fór úr 1.000 kr upp í 1.500 kr.

Og fólk fáa nú eisini klipp í koyrikortið fyri at brúka handhildna elektroniska útgerð, meðan tey koyra. 

91 bilførarar fingu klipp í fjør. Og til 1. apríl í ár eru klippini 29. 

 

Missa koyrikortið

Trý klipp innan fyri trý ár gera, at fólk missa koyrikortið.

Fyri nýggjar bilførarar eru reglurnar strangari. 

Teir missa koyrikortið, um teir fáa tvey klipp innan fyri trý ár.

Gáloysni er millum vanligastu orsøkirnar til ferðsluvanlukkur, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd.

Bara ferðin verður mett at vera størri skaðaorsøk enn gáloysni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928