Laksaprísurin nógv fallin í ár

Laksaprísurin nógv fallin í ár
Prísurin er fallin úr 72 krónum niður í 46 krónur fyri kilo
Nógvur laksur er á marknaðinum, og tað ávirkar eisini prísin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.06.2025 - 11:22

Prísurin á laksi á heimsmarknaðinum er lækkaður nógv í ár.

Við ársbyrjan var prísurin hægri enn í fjør, og sambært heimasíðuni Fishpool.eu var prísurin 131 norskar krónur, sum er slakar 84 føroyskar krónur í miðal fyri kilo.

Tað er átta føroyskar krónur hægri enn eitt ár frammanundan, men síðani er prísurin stútt og støðugt lækkaður, og í løtuni er hann slakar 72 norskar krónur samanborið við 122 norskar krónur.

Í okkara pengum er prísurin fallin úr 78 krónum niður í 46 krónur.

Tað er serliga nøgdin av laksi á marknaðinum, sum er høvuðsorsøkin til stóra prísfallið, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti:

 

02062025_Laksaprisur

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391