Veiðigjøldini niður í helvt

Veiðigjøldini niður í helvt
Av tí at kvotan av norðhavssild er minkað, verður veiðigjaldið til landskassan ikki 33 milliónir, men 16,5 milliónir
Ango er eitt av uppsjóvarskipunum. Skipini kunnu fiska sløk 28.000 tons av norðhavssild í ár, og tað er minni enn helvtin av tí, tey kundu fiska í fjør.
 
06.06.2025 - 14:25

Lutfalsliga lítla heildarkvotan av norðhavssild fær nú eisini avleiðingar fyri landskassan.

Føroysk skip kunnu í ár fiska 27.985 tons av norðhavssild. Tað er minni enn helvtin av tí, sum tey kundu fiska av norðhavssild í fjør. Og tað er eisini so mikið nógv minni enn sildakvoturnar síðstu árini, at grein-7 í veiðigjaldslógini kemur í gildi.

Grein-7 sigur, at "Fer tøka kvotan, sum er sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska, undir 50% av miðal tøku kvotuni, sum er sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska seinastu 5 árini, lækkar veiðigjaldið, tað árið, kvotan er galdandi, niður í 50% av veiðigjaldinum."

 

Niður í 59 oyru

Tá veiðigjaldið varð ásett við kunngerð í fjørsummar, varð gjaldið fyri sild ásett til 1,18 kr fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt.

Men um dagarnar kom Fíggjarmálaráðið við nýggjari kunngerð, har veiðigjaldið fyri sild er lækkað niður í helvt, 59 oyru fyri kilo.

Hóast kunngerðin er lýst 3. juni, so hevur hon virknað frá 1.januar í ár, og er galdandi til 31. juni, tá veiðigjøldini á uppsjóvarfisk skulu ásetast av nýggjum fyri næstu 12 mánaðirnar.

Fyri landskassan merkir tað, at veiðigjaldið frá norðhavssildini ikki verður 33 milliónir, men 16,5 milliónir krónur, hetta tíðarskeiðið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025