Jóannes Purkhús prædikar á ólavsøku

Jóannes Purkhús prædikar á ólavsøku
Jóannes Purkhús varð prestvígdur í 2015, og hann hevur verið sóknarprestur Eystan Múla síðani
Jóannes Purkhús, prestur.
 
13.06.2025 - 14:15

Í ár fer Jóannes Purkhús, prestur á Viðareiði, at halda ólavsøkuprædikuna.

Tað boðar biskupur frá á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku.

Jóannes Purkhús varð prestvígdur í 2015, og hann hevur verið sóknarprestur Eystan Múla síðani. 

Prestagjaldið fevnir um kirkjusóknirnar Viðareiði, Hvannasund, Svínoy, Kirkju og Hattarvík. 

Jóannes Purkhús hevur umframt prestastarvið síðan 2019 verið dokataralesandi í Nýggja Testamenti við lærda háskúlan í Münster í Týsklandi. 

Hetta granskingararbeiðið er nú komið væl áleiðis, og verður doktararitgerðin eftir ætlan latin inn í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751