KRIS : Herd revsing og viðgerð

KRIS : Herd revsing og viðgerð
Erling Fles, sálarfrøðingur, sigur, at viðgerð eigur at vera eitt krav og ikki val
Erling Fles, sálarfrøðingur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2025 - 14:00

Felagsskapurin KRIS vil hava, at umframt herda revsing eiga krøv at verða um viðgerð sum part av revsiingi fyri kynsliga misnýtslu av børnum.

Erling Fles, sálarfrøðingur, sum hevur tilknýti til KRIS, sigur, at fólk, sum fremja kynsligan ágang, ofta hava ilt við at taka í egnan barm. Tí eigur viðgerð at vera eitt krav og ikki eitt val.

Stórur partur av teimum, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu, stríðast við avleiðingum restina av ivinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 
 
 

18072025_Fles

 

 

Katrin Thorsvig Hansen.

 

Kynslig misnýtsla av børnum kann vera nógv ymiskt, og revsikarmurin er eisini ymiskur, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá løgregluni.

Tað sigur hon í sambandi við, at Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata, um vikuskiftið eftirlýsti, at revsingin fyri kynsliga misnýtslu av børnum verður herd. 

Katrin Thorsvig Hansen sigur 12 ára fongsulsrevsing einans verður givin í serligum førum, í samband við neyðtøku av børnum:

 

18072025_Katrin_Thorsvig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928