Enn eitt álit um útoyggjar

Enn eitt álit um útoyggjar
Í álitinum eru seks uppskot um málsetningar, sum politiska skipanin skal seta sær um tær átta útoyggjarnar.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, við nýggjasta útoyggjaálitinum.
 
19.06.2025 - 08:48

Nú er nýggja útoyggjaálitið hjá Løgmálaráðnum liðugt.

Í tí eru seks uppskot um málsetningar, sum politiska skipanin skal seta sær um tær átta útoyggjarnar.

Fyrst skal hon gera ein yvirskipaðan málsetning um at orða eina framtíðarhugsjón við breiðari politiskari semju um, hvønn lut útoyggjarnar skulu hava í samfelagnum næstu áratíggjuni.

Eitt nú má gerast av, sigur álitið, hvussu búføst fólk, summarhús, ferðavinna, landbúnaður ella eitt bland av øllum hesum, kunnu vera í útoyggj. 

Haraftrat eru málsetningar um samferðslu, búseting, undirstøðukervi, heilsutænastur og vinnuligar møguleikar.

Flestu avbjóðingarnar á útoyggj kunnu loysast, men tað krevur, at politiska skipanin raðfestir hetta fíggjarliga, stendur í álitinum hjá Løgmálaráðnum. 

Les álitið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154