Á Breddanum: Hvat bagir fólkaræðinum?

Á Breddanum: Hvat bagir fólkaræðinum?
Fólkaræðið er fyri hóttafalli, vísa nýggjar kanningar í øllum Evropa
Regin Berg og Beinta Løwe, stjórnmálafrøðingar, vera í útvarpsstovuni.
 
19.06.2025 - 09:36

Tíðin, tá fólk hildu, at fólkaræðilig lond fóru at verða verandi fólkaræðilig, er farin. Tað vísa nýggjar kanningar í øllum Evropa.

Eisini í Danmark - har fólkaræði hevur verið í hásæti -  er henda stýrisskipanin, sum tey flestu hava sett sítt álit á, skirvisligari, enn hildið.

Tað sigur professari í stjórnmálafrøði.

Saman við 200 øðrum granskarum, er David Hopmann partur av nýggjari danskari kanning, sum er tann størsta av sínum slag í nýggjari tíð. 

Í sendingini í dag tosa vit við professaran um tey fyrstu úrslitini.

Vit spyrja eisini, hvat bagir fólkaræðinum?

Beinta Løwe og Regin Berg, stjórnmálafrøðingar, vera í útvarpsstovuni.

Breddin í KvF klokkan 10. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890