Ungdómsløgting í februar

Ungdómsløgting í februar
Tað er 10. ferð næmingar í framhaldsdeildunum fáa møguleika at seta dagsskránna í løgtinginum 
Ungdómsting er annað hvørt ár. Myndin er frá 2020.
 
20.06.2025 - 06:53


Ungdómsting verður tveir dagar fyrst í februar næsta ár.

Tað er 10. ferð næmingar í framhaldsdeildunum fáa møguleika at seta dagsskránna í løgtinginum. 

Innbjóðing til allar 8., 9. og 10. flokkar um at vera við er farin til allar skúlar. 

Tá ungdómsting var seinast, tað var í 2024, vóru sjey skúlar við. 

Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu tá 10 lógaruppskot og uppskot til samtyktar. 

Hetta vóru millum annað uppskot um  skúlaviðurskifti, revsilóg, barnafrádrátt, ungdómstilboð og tubakksvørur.

Endamálið við ungdómstinginum er eitt nú at læra næmingar at vera ein virknari partur í fólkaræðinum og geva teimum innlit í, hvør luturin hjá løgtinginum er í fólkaræðinum, skrivar løgtingið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115