Longdin kemur í kunngerðina

Longdin kemur í kunngerðina
Nú er longd sett í kunngerðina um útbúgving til heilsurøktara
Heilsuskúlin.
 
24.06.2025 - 08:06

Nú er longd sett í kunngerðina um útbúgving til heilsurøktara.

Uppskot er gjørt um kunngerð um útbúgvingarlongdina.

Longdin er 37 mánaðir.

Tó er útbúgvingarlongdin 29 mánaðir, um næmingurin hevur heilsuhjálparaútbúgving frammanundan. 

Hjá teimum, sum byrja fyri 1. august í ár, er longdin framvegis 22 mánaðir.

Sambært Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum verður útbúgvingartíðin tillagað eftir krøvunum, sum løggildingin at arbeiða sum heilsurøktari setur.

Uppskotið um kunngerðina er til hoyringar til 14. juli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928