Hjálpin fer í summarfrí

Hjálpin fer í summarfrí
"Eg havi ikki ráðgevar at svara í summarferiuni", sigur aðalskrivarin í Barnabata, nú sonevnda "tú og eg" ráðgevingin skjótt fer í summarfrí
24.06.2025 - 19:28

Í juli fer ráðgevingin hjá Barnabata í summarfrí, hóast alsamt fleiri børn ringja til hjálparlinjuna í hesum døgum.

"Eg havi ikki ráðgevar at svara í summarferiuni, tíverri", sigur Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata, sum harmast um støðuna. 

Felagsskapurin manglar ráðgevar, tí er ikki møguligt at veita ráðgeving til børn og ung í juli, sigur Hedvig Johansdóttir. 

Hetta er ein óheppin støða - og tíverri ber ikki til at stilla víðari til aðrar hjálparlinjur, sigur aðalskrivarin. 

Óvanliga nógv børn hava ringt ráðgevingina hjá Barnabata í juni.  Vanligvís ringja millum 20-22 børn um mánaðin, men í juni hava 55 longu ringt, fortelur Hedvig Johansdóttir.

Fleiri orsøkir kunnu vera til vaksandi talið, eitt nú at tað er próvtøkutíð og summarferia, sigur hon. "Min fatan er, at tað eru pura vanlig børn, sum mangla onkran at práta við". 

Tey, sum ringja, eru aloftast tannáringar - og tað er javnt býtt millum kynini, fortelur Hedvig Johansdóttir. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928