Trygdin í lagi, sigur stjórin

Trygdin í lagi, sigur stjórin
Framvegis er ógreitt, hví ein ferðamaður fór fyri borð á Norrønu leygarkvøldið
Leitingin eftir manninum var úrslitaleys.
 
01.07.2025 - 09:19

- Vit hava onga ábending um, at trygdin umborð ikki er í lagi, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

Meira sigur felagið ikki um vanlukkuna leygarkvøldið, tá ein ferðamaður, ein føroyingur, datt fyri borð á Norrønu, sum var á veg úr Danmark til Føroya.

Maðurin var ikki funnin.

Politiið hevur avhoyrt fólk, sum vóru við, tá Norrøna kom á Havnina sunnukvøldið.

Sjóvinnustýrið hevur eisini verið umborð.

Enn er ikki greitt, hvat er hent, tá maðurin fór fyri borð av dekki sjey, har sum hitapottarnir eru.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858