Grundlógardómstólurin í Teilandi koyrt forsætisráðharran frá

Grundlógardómstólurin í Teilandi koyrt forsætisráðharran frá
38 ára gamla Paetongtarn Shinawatra er koyrd frá alt fyri eitt eftir ákærur um brot á grundlógina
Paetongtarn Shinawatra var forsætisráðharri í 10 mánaðir
Mynd: Scanpix  
 
01.07.2025 - 11:34

Paetongtarn Shinawatra tók við starvinum fyri 10 mánaðum síðani. 36 senatorar hava heitt á Grundlógardómstólin um at loysa hana úr starvinum, tí hon hevur verið óreiðilig og hevur brotið etiskar reglur í stríð við grundlógina.

Forsætisráðharrin kom í andróður eftir at ein telefonsamrøða var likin, sum hon hevði við fyrrverandi leiðaran í Kambodja, Hun Sen, um eina vaksandi marknaósemju. Paetongtarn Shinawatra hevur fingið alsamt fleiri áheitanir um at siga seg úr starvi.

Leygardagin fóru mótmælisfólk út á gøturnar í høvuðsstaðnum Bangkok at mótmæla stjórnini, skrivar CNN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114