Privat sleppa ikki framat

Privat sleppa ikki framat
Ikki verður arbeitt við at geva privatum djóralæknum loyvi til at geva djórum innflutningsloyvi
Innflutningsloyvi krevst.
 
02.07.2025 - 07:14


Ikki verður arbeitt við at geva privatum djóralæknum loyvi til at geva djórum innflutningsloyvi.

Tað er ein myndugleikauppgáva at hava djóralæknafrøðiligt, veterinert, marknaeftirlit.

Skal hetta broytast, má hetta gerast í regluverkinum. 

Í løtuni verður ikki arbeitt við hesum.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Karlot Hergeirsson, løgtingsmann.

Karlot Hergeirsson spurdi eisini, hví Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki kann móttaka og avgreiða innflutningsloyvi fríggjadag.

Tveir dagar

Svarið er, at djóralæknakanningar av hundum ella kettum, sum skulu hava innflutningsloyvi ella ferðaloyvi, skulu ikki vera eldri enn tveir dagar, tá ferðin úr sendaralandinum byrjar.

Trygd skal kunna veitast fyri, at heilsuváttanin er røtt.

Innflutningsloyvi, sum skulu avgreiðast, og heilsuváttanir, sum skulu eftirkannast, eru tíðarkrevjandi.

Tað ber tí ikki til at taka móti og avgreiða umsóknir um innflutningsloyvi sama dag. 

Tí ber ikki til at ferðast sunnudag, er svarið frá landsstýriskvinnuni.

Karlot Hergeirsson vísir á, at um veturin fer Norrøna úr Danmark júst sunnudag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531