Blaðunga Oddvør ber føroyska vatnið

Blaðunga Oddvør ber føroyska vatnið
- Eg havi elskað at gjørt fimleik, síðan eg var sjey, sigur 13 ára gamla Oddvør Alberta Kimsdóttir, sum skal bera føroyska vatnið til oyggjaleikasetanina á Orknoyggjum
04.07.2025 - 10:58

Oddvør Alberta Kimsdóttir er yngsti íðkarin í føroyska oyggjaleikahópinum, sum fer til Orknoyggjar um júst eina viku.

Tí fær 13 ára gamli fimleikarin úr Streymnesi heiðurin at bera føroyska vatnið til oyggjaleikasetanina. Har fer hon saman við íðkarum úr hinum oyggjunum at lata vatnið í eitt felags kar, sum siðvenja er.

 - Oyggjaleikirnir handla um at samansjóða oyggjar og at samansjóða fólk í vinarlagi, sigur Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi hjá Ítróttasambandi Føroya.

Oddvør Alberta Kimsdóttir hevur gjørt fimleik, síðan hon var sjey, og nú skal hon umboða Føroyar á sínum fyrstu oyggjaleikum.

 - Eg gleði meg ordiliga nógv at ferðast saman við mínum vinkonum í fimleikinum og at møta nýggjum fólki har og kappast í einum øðrum landi, sigur hon.

Oyggjaleikasetanin verður á Bignold Park í Kirkwall á Orknoyggjum leygardagin 12. juli, og síðan verður kappast í eina knappa viku til 18. juli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334