Norskir myndugleikar: Skipini njósnast

Norskir myndugleikar: Skipini njósnast
Skipini hjá reiðaríununum JSC Norebo og Murman Seafood eru njósnaraskip, sum arbeiða fyri russiska statin. Tað sigur norska uttanríkisráðið
Melkart-2, sum hevur fiskað nógv við Føroyar, er sambært norska uttanríkisráðharranum partur av einum russiskum njósnaraflota
Mynd: Murman Seafood  
 
08.07.2025 - 16:01

Norska sjórnin hevur, eins og ES, gjørt av at banna øllum skipum hjá reiðaríunum JSC Norebo og Murman Seafood at koma inn í norskar havnir ella í norskt sjóøki.

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sigur við norska Fiskeribladet, at skipini njósnast serliga ímóti sjókaðlum og líknandi týdningarmiklum undirstøðukervi, so lættari er hjá russiska statinum at gera yvirgangsatsóknir ímóti týdningarmiklum undirstøðukervi á havbotninum.

Fiskiloyvi í Føroyum
Melkart-2 og Ostankino hava ikki verið í føroyskum øki í ár, men kunnu væntast at koma, tá makrelvertíðin veruliga hevur tikið dik á seg.

Bæði skipini hava áður fiskað í føroyskum øki og verið í føroyskari havn.

Tað er enn ikki greitt, hvat landsstýrið ætlar at gera, nú norskir myndugleikar hava tikið hetta stigið. Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at talan er um eitt uttanríkis- og trygdarmál, og vísir tí til Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Kringvarpið hevur lagt boð til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum. Úr ráðnum hava vit fingið tey boð, at landsstýriskvinnan fer at venda aftur seinni í dag.

 

LES TÍÐINDASKRIVIÐ FRÁ NORKSKA UTTANRÍKISRÁÐNUM HER:

Tíðindaskriv frá norska uttanríkisráðnum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980