Staðbundin matframleiðsla er vanlig í Føroyum

Staðbundin matframleiðsla er vanlig í Føroyum
Tað sigur Elisabeth Skarðahamar Olsen, ph.d. í humangeografi
09.07.2025 - 09:40

Fyri kortum opnaði eitt vakstrarhús á eystursíðuni á Norðurlandahúsinum, ið skal veita rávørur beinleiðis í matstovuna, Tita.

Sum átak kallast hetta staðbundin matframleiðsla, og tað er ikki heilt ókent í Føroyum frammanundan, sigur Elisabeth Skarðahamar Olsen, ph.d. í humangeografi:

- Staðbundin matframleiðsla er nógv - tað kann vera hetta vakstrarhúsið, grindadráp, og eplaveltir í havanum.

Tjóðhild Patursson stendur á odda fyri matstovuni Tita, og greiðir frá, hvussu vakstrarhúsið er partur av einari ringrás, ið ber tað við sær, at matframleiðslan til matstovuna verður burðardygg.

Hesum tekur Elisabeth Skarðhamar Olsen undir við, og greiðir frá, at slík átøk hoyra til eitt grønt skifti, sum vit síggja um allan heimin.

Hesum greiða tær báðar meira frá í innslagi í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087