Arbeiðsbilurin hjá pápa borgarstjóran prýðir Ólavsøkukabarett-plakatina

Arbeiðsbilurin hjá pápa borgarstjóran prýðir Ólavsøkukabarett-plakatina
Tey fýra í Ólavsøkukabarettina hava longu skrivað 20 sketsjir og 80 síður av skemti. Helst er óhepna bilóhappið hjá borgarstjóranum í Havn millum sketsjirnar.
 
10.07.2025 - 09:39

Ólavsøkukabarettin er farin til verka.

Manningin, ið telur tríggir mans og eina kvinnu, hevur longu skrivað yvir 20 sketsjir deildar yvir 80 síður.

Óhepna bilóhappið á páskum, tá Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, rendi á við arbeiðsbilinum hjá pápanum, verður helst millum sketsjirar, sum Ólavsøkukabarettin viðger í ár.

Í øllum førum prýðir hon og arbeiðsbilurin plakatina, sum er gjørd til høvið.

Stóra arbeiðið nú verður at stytta sketsjirnar og fáa tær at rigga á pallinum.

Leikarar eru Edvin Niclasen, Elias Magnussen, Dávur Birgisson og Lív Bruun Müller.

Tvey av teimum vitjaðu morgunsendingina.

1753051

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011