Hetta hendir á Tjóðpalli Føroya komandi árið

Hetta hendir á Tjóðpalli Føroya komandi árið
Stjórin á Tjóðpalli Føroya, Harald Thompson Rosenstrøm, legði nýggja leikárið 2026/27 fram á almennum tiltaki í Reinsarínum í Tórsgøtu.
 
19.09.2026 - 14:03
1833410

 

Farna árið á Tjóðpallinum 

Á afturvendandi árliga tiltakinum varð avdúkað, hvørjar leikupplivingar verða á Tjóðpallinum komandi árið. Eisini varð greitt frá øðrum spennandi ætlanum og virksemi bæði á og handan pallin.

Harald Thompson Rosenstrøm, sum nú hevur verið stjóri á Tjóðpalli Føroya í hálvtannað ár, byrjaði við at gera støðuna upp. Í mun til tiltakið í fjør, tá strategi og kós vórðu løgd fram, snúði framløgan seg hesa ferð eisini um farna árið og um tað, sum bíðar. 

Tjóðpallurin hevði seinasta árið fýra frumsýningar: Gerandislív í triðja ríkinum, Skeivur, Holið og Øskufía. Harumframt vóru tríggjar verkstovur fyri palllistafólk og tvær audition-verkstovur, har nýggir sjónleikarar kundu vísa seg fram. Eisini vóru morgunvenjingar, lesingar av føroyskum leikritum og pallborðskjak um nýggjan sjónleikabygning saman við Norðurlandahúsinum. 

Stjórin fegnaðist um, at almenni stuðulin í fjør vaks við 1,5 milliónum krónum. Tað gevur møguleika at seta fleiri fólk í starv og skapa størri støðufesti í starvsfólkahópinum.  

Tjóðpallurin hevur eisini nýliga sett Mikkjal N. Helmsdal í starv sum fyrisitingarligan samskipara. 

Í summar var leikurin Holið á altjóða ferð og hevði tríggjar fullsettar sýningar á Valmiera Theatre Festival í Lettlandi. Leikurin varð síðani eisini sýndur á Teaterfestivalen í Fjaler í Noregi. 

Í august sendi Tjóðpallurin eftir almennari umsókn Annu Joensen-Næs og Annfríð Johansen á eina fimm daga leikritaskrivilegu í Spydeberg í Noregi. Legan var skipað av Unge Viken Teater og Ung Tekst og savnaði ungar leikritaskrivarar úr Føroyum, Noregi, Svøríki og Finnlandi. 

 

Umvæling í Tórsgøtu 

Harald Thompson Rosenstrøm greiddi frá, at umvælingin av hølunum hjá Tjóðpalli Føroya í Tórsgøtu nú er farin í gongd. Tórshavnar kommuna hevur játtað 2,5 milliónir krónur, og ætlanin er, at helvtin av húsinum verður liðug 1. oktober.

Enn er ógreitt, nær Tjóðpallurin kann flyta heilt aftur í Tórsgøtu. Fyribils heldur hann til í Hoydølum, og vónin er at fáa meira stuðul til at umvæla restina av bygninginum. 

 

Leikirnir komandi árið 

Í nýggja leikárinum hevur Tjóðpallur Føroya tríggjar uppsetingar á skránni, og tann fyrsta er Tríggjar systrar eftir Anton Tjekhov. Leikurin, sum er skrivaður í 1901, snýr seg um tríggjar systrar, útlongsul og leitanina eftir einum øðrum lívi – og um, hvørt vit megna at liva í núinum og finna eydnu í tí, vit hava. Harald Thompson Rosenstrøm metir, at evnið hóskar væl til ein føroyskan samanhang. Sýningin er ætlað vaksnum.  

Stjórin tók eisini upp spurningin, um tað er rætt at seta russiskt verk upp, meðan Russland førir kríggj í Ukraina. Niðurstøðan hjá Tjóðpallinum er, at listafólk og verk, sum ikki eru partur av propaganduni hjá russiska stýrinum, ikki eiga at verða boykottað. Tjekhov verður framvegis nógv spældur bæði í Skandinavia og kring Evropa. 

Leikstjórin er virðislønta Evgeniia Gromova, sum er útbúgvin á GITIS í Russlandi og hevur arbeitt nógv kring Evropa, eisini við verkum eftir Tjekhov. Rosenstrøm vísti samstundis á, at Tjekhov og Stanislavski vóru við til at skapa tann realistiska leikstílin, sum fekk stóra ávirkan á nútíðar leik- og filmsjónleik.  

Frumsýningin er 23. september, og atgongumerki eru til sølu. 

- Seinna stóra uppsetingin hjá Tjóðpalli Føroya verður Ríkið 2.0, ein nýggj samstarvsverkætlan um ríkisfelagsskapin. Hon verður gjørd saman við Grønlands Nationalteatri, Nunatta Isiginnaartitsisarfia, og danska Fix&Foxy. 

Verkið skal kanna, hvat ríkisfelagsskapurin er í dag, sæð úr føroyskum, grønlendskum og donskum sjónarhorni. Rosenstrøm segði, at evnið er serliga viðkomandi í ljósinum av spentu altjóða støðuni og tí, sum hendir kring Grønland og USA. 

Listafólk og leikarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark verða við, og arbeiðið byggir á granskingarferðir og samrøður í øllum trimum londunum. Venjingarnar verða eina viku í Keypmannahavn, eina viku í Grønlandi og fimm vikur í Tórshavn. 

Frumsýningin verður á Tjóðpalli Føroya 5. februar 2027. Síðani verður leikt í Nuuk í mars, og danska frumsýningin verður á CPH Stage í Keypmannahavn í juni.  

Í listaliga toym­inum eru danski leikstjórin Tue Biering, Vivi Sørensen frá Grønlands Nationalteatri og føroyski pallsniðgevin Sámal Blak. Verkætlanin hevur millum annað stuðul frá Nordisk Kulturkontakt og Nordisk Kulturfond. 

- Triðja uppsetingin hjá Tjóðpalli Føroya verður Martyrer eftir týska leikritahøvundin og leikstjóran Marius von Mayenburg. Leikurin er skrivaður í 2012, og von Mayenburg er ein av fremstu samtíðarleikritahøvundunum í Týsklandi. Hann arbeiðir eisini við Schaubühne í Berlin. 

Leikurin snýr seg um ungdómsárini, átrúnaðarligan fanatisma og um, hvussu eitt opið, fólkaræðisligt samfelag handfer slíkar avbjóðingar. Hann er ætlaður bæði ungum og vaksnum, og á pallinum verða bæði ungir og vaksnir leikarar. 

Frumsýningin verður 20. mars 2027. Leikstjóri er Búi Dam, virðisløntur føroyskur leikstjóri og leikari, kendur fyri Shakespeare-uppsetingar og samfelagsviðkomandi verk, millum annað við Det Ferösche Compagnie. Hann er eisini tilnevndur til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri heimildarfilmin Birita. 

 

Menningararbeiði 

Eitt av kjarnuvirðunum hjá Tjóðpalli Føroya er menning. Tí verður nú sett gongd á DramaTest Residency: Unheard Voices, eina norðurlendska og baltiska verkætlan, sum skal styrkja nýggjan føroyskan leikskaldskap. 

Tríggir føroyskir leikritahøvundar fáa hvør sín norðurlendskan mentor í eini sjey mánaðir langari menningargongd. Tey arbeiða við hugskotum, sum hava samband við Føroyar. Verkstovur verða í Noregi og Litava, og síðani verða stutt brot úr verkunum sett á pall á Tjóðpalli Føroya við føroyskum leikarum og ungum litavskum leikstjórum. 

Verkætlanin byrjar í september 2026 og endar við eini almennari framvísing í apríl 2027. Við í samstarvinum eru State Small Theatre of Vilnius, Dramatikkens Hus, Aalborg Teater og Unge Viken Teater. 

Marjun Syderbø Kjelnæs, Trygvi Danielsen og Beinir Bergsson hava fingið pláss í verkætlanini. Hon hevur stuðul frá Nordisk Kulturkontakt og Nordisk Kulturfond og er, sambært Harald Thompson Rosenstrøm, eitt nýbrotsarbeiði í arbeiðinum at menna føroyskan leikskaldskap saman við útlendskum fakfólki. 

 

Tjóðpallur UNG

Tjóðpallur Føroya setur eisini gongd á Tjóðpallur Ung, ein fyrireikandi leiklistaskúla fyri 16 til 25 ára gomul, ið vilja arbeiða við sjónleiki ella leikstjórn. Tað er ein hálvárlig royndarverkætlan frá september til desember 2026. 

Luttakararnir verða tiknir upp eftir upptøkuroyndum og fáa undirvísing og vegleiðing frá yrkisfólki innan leiklist. Skeiðið endar við einari uppseting í desember. Harald Thompson Rosenstrøm legði dent á, at Føroyum tørvar fleiri útbúnar palllistafólk, og vónin er tí, at verkætlanin kann fáa stuðul at halda fram. 

 

Verkstovur og morgunvenjing 

Tjóðpallurin skipar eisini fyri fakligum verkstovum og morgunvenjing fyri yrkispalllistafólk. Amerikanski sjónleikarin og undirvísarin Kirk Baltz kemur til Føroya 11. til 13. november við verkstovu í Meisner-tøkni og Dreamwork.  

Morgunvenjing verður mikudagar og fríggjadagar í vikum 41, 42, 47 og 48, skipað av Búa Rouch. 

Við hesum varð leikárið 2026/27 hjá Tjóðpalli Føroya formliga skotið í gongd.

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Hósdagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424