Fjarðastevna við FM kappróðri og øðrum verður um vikuskiftið

Fjarðastevna við FM kappróðri og øðrum verður um vikuskiftið
Fjarðastevnan hevur stóran týdning fyri Skála og samanhaldið í bygdini, sigur Hansa Heðinsdóttir Ellefsen, ið er ein av stigtakarunum til trivnaðarfelagið Sæla
Skála
 
11.07.2025 - 10:41

Leygardagin verður FM kappróður á Skála; hann byrjar við barnaróðuri klokkan 13 og kappróðri fyri vaksin klokkan 15. Leygarmorgunin frá klokkan 9:30 til 11 verður boðið til ókeypis morgunmat í bygdarsalinum í høllini á Skála, har ið Fjarðastevnan eisini verður sett leygarmorgunin klokkan 10. Tóra Joensen setur stevnuna. Frá klokkan 11 til 12:30 verður gongutúrur við Tummasi Jacobsen.

Ymiskt annað verður eisini á skránni. Fríggjakvøldið verður stevnudystir millum Skála ÍF og EB/Streym, stevnukonsert í Skála kirkju við Magna Christiansen, og Pub Quiz í bygdarsalinum í høllini á Skála.

Í samrøðuni við Hansu Heðinsdóttir Ellefsen verður eisini nomið við nýstovnaða trivnaðarfelagið Sæla og hvønn týdning felagið kann fáa fyri bygdina.

Skráin fyri fjarðastevnuna kann síggjast á runavik.fo, og samrøðan við Hansu Heðinsdóttir Ellefsen kann hoyrast her!
 

1753245

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571