40 ár síðani risastóru Live Aid konsertirnar 13. juli 1985

40 ár síðani risastóru Live Aid konsertirnar 13. juli 1985
Onnur konsertin var á Wembley Stadion í London og hin í John F. Kennedy Stadion í Philadelphia. Vit tosa við Knút Háberg Eysturstein og hoyra sangir og brot frá konsertunum
Knút Háberg Eysturstein
 
14.07.2025 - 10:17

13. juli 1985 vórðu tvær risastórar konsertir hildnar, onnur í Wembley Stadion í London og hin í John F. Kennedy Stadion í Philadelphia, og endamálið var at útvega pening til tey svøltandi í Etiopia. Og tað vóru Bob Geldorf frá Boomtown Rats og Midge Ure frá Ultravox, ið tóku stig til báðar konsertirnar, ið vórðu sendar sama dag, tann fyrra úr London og tá hon var liðug, byrjaði konsertin í Philadelphia. Og báðar vórðu sendir til so at siga allan heimin um fylgissvein.

Í hesari frásøgnini skifta vit orð við Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðing og ph/d lesandi, um eitt nú byrjanina til konsertirnar, um konsertskránna, og hvønn týdning, ið konsertirnar hava havt. Eisini verður nomið við sangirnar Do they know it's christmas og We are the world.

Tú kanst hoyra frásøgnina her!

 

1753587

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849