Jónas smakkaði aftur søta sigurin

bannari
Jónas smakkaði aftur søta sigurin
Jónas G. Isaksen hevur havt skaðar at dragast við, men mándagin smakkaði hann aftur søta sigurin, tá hann vann 400 metur renningini á oyggjaleikum
Tað var næstan sum á oyggjaleikum í Guernsey, tá Jónas G. Isaksen vann á 400 metrum
Mynd: Dánial Olsen  
 
14.07.2025 - 20:33

Allir føroyingarnir á Picky-leikvøllunum á Orknoyggjum fegnaðust, sum var tað 2023 á Footes Lane í Guernsey.

Tá spurtaði Jónas G. Isaksen seg inn í tilvitskuna hjá føroyingum við at vinna 400 metur renningina, sum hann síðan ognaði mammu síni, sum hann hevði mist eitt ár frammanundan. 

Eftir tað hevur hann verið í einum aldurdali, har hann hevur verið darvaður av skaðum og kanska hevur latið manglandi úrslit órógva, men mánakvøldið minti hann føroyingar - og kanska seg sjálvan á - at ferðin framvegis býr í kvívíksbeinunum.

Gamaní, tíðin var ikki eins góð og í Guernsey, tá hann tók oyggjaleikametið - verri enn so, men at síggja hann yvirhála mótstøðumenninar á síðstu 100 metrunum, mundi glaða allar liðfelagarnar og vinirnar, sum stuðlaðu við rópum av langsíðuni.

Uttan tey, var hann ikki komin so langt, viðgekk Jónas G. Isaksen eftir renningina. Tað eru tey, hann framvegis rennur fyri. - Og mamma er altíð við, segði hann.

 

Fekk kapping frá Dánjali

Tað var ikki fyrrenn á síðstu 100 metrunum, at kviki kvívíkingur setti "í níggjunda gear", sum hann málbar seg, og kom á mál fremstur við tíðini 48.79.

Hann fekk harða kapping frá Bobby Laurenson úr Hetlandi, men eisini frá einum øðrum rennara við Merkinum á búnanum.

Dánjal Dahl Ljósheim lá væl fyri á 200 metrum og var eitt sindur vónbrotin, tá bronsan kom um hálsin. Tað hevði hann eisini orsøk til at vera; hann hevur runnið undir 49 sekund fleiri ferðir í ár, og nú var tíðin 49.06.

Nakrar harðar innleiðandi kappingar sita kanska í beinunum, helt venjarin Heri Ziska, sum var sera væl nøgdur við teir báðar føroyingarnar á Picky-leikvøllunum. Tað kundi eins væl verið Footes Lane í Guernsey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852