Hattrikk til Líggjas Joensen

Hattrikk til Líggjas Joensen
16 ára gamli Líggjas Joensen vann í dag sítt triðja gullheiðursmerki á oyggjaleikunum. Hann skal í næstum til HM í Singapor
Tróndur Arge
Líggjas Joensen
18.07.2025 - 00:36

Tað var ein errin Líggjas Joensen, sum vísti fram tey níggju heiðursmerkini, ið hann hevur vunnið á hesum oyggjaleikunum. Serliga errin kann hann verða av einum hattrikki av gullheiðursmerkjum á longri teinunum.

 

Hann byrjaði við at vinna á 1.500 metrum. Í gjár vann hann gull í 800 metrum. Í dag vann hann gull á 400 metrum. Har við hattrikk av gullheiðursmerkjum, 

 

- Tað kennist avbera væl. Seinast fekk eg bara eina gull, so tað gongur framá. Eg hevði kensluna av, at eg eisini kundi vinna á 400 metrum, sigur Líggjas Joensen.

 

Hann skal í næstum til HM-kapping í Singapor.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928