Rørdur Rúni Øster skrivaði søgu

Rørdur Rúni Øster skrivaði søgu
Badminton: Við sigrinum ímóti Toke Driefter úr Grønlandi skrivaði Rúni Øster søgu sum fyrsti føroyingur, ið hevur vunnið einmansleikin hjá monnum á oyggjaleikum
18.07.2025 - 20:14

Kenslurnur sótu uttaná, tá Rúni Øster tryggjaði sær sigurin í einmansleiki við monnum á síðsta kappingardegnum á oyggjaleikunum.

Hann var ikki við á Guernsey, tá badmintonliðið stóð seg sera væl, og hann hevur verið illa darvaður av skaða, men nú var hann klárur og gjørdi bart ímóti Toke Driefter úr Grønlandi.

Havnarmaðurin vann 2-1 (22-20, 19-21, 21-16) í einum jøvnum dysti, og tá hann avgjørdi síðsta bóltin kláraði hann ikki at halda tárunum aftur og mátti fjala andlitið.

 - Hatta var heilt fantastiskt. Tað vóru gleðistár har til endans. Eg havi verið ígjøgnum so nógv, og tað er heilt fantastiskt at koma her og vinna gull fyri Føroyar, segði Rúni Øster.

 - Eg visti, at mótstøðumaðurin var góður, og tað fór at blíva ein ordiliga harður dystur, og tað vórðu eisini trý ordiliga hørð sett. Eg kláraði næstan at vinna í øðrum setti, men eg fór ikki niður við høvdinum. Eg hugsaði; "nú taki eg bara triðja sett", og tað gjørdi eg kraftedeme eisini, segði søguliga gullvinnarin.

Við sigrinum gjørdist hann fyrsti føroyski maðurin, sum hevur vunnið kappingina í einmansleiki á oyggjaleikum.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595