Sangir úr mínum lívi: Beinir spældi til jólaborðhald sum átta ára gamal

Sangir úr mínum lívi: Beinir spældi til jólaborðhald sum átta ára gamal
Í áttanda parti av útvarpsrøðini Sangir úr mínum lívi hittir Jákup Dahl sangaran Beinir Troest Rasmussen.
 
24.07.2025 - 10:00

Beinir var bert átta ára gamal, tá hann saman við vinmonnum, framførdi til jólaborðhald á Hotel Føroyum. Klokkan eitt um náttina stóðu teir á pallinum og framførdu ein sang úr filminum "Blues Brothers". Sangurin er "Blues Traveller - Maybe I'm Wrong".

- Vit høvdu kamar og alt. Eg spurdi mammu, um hon ikki kendi seg hepna, nú hon var sloppin á hotel við okkum. Nú spældu vit tónleik, og hon slapp at royna alt møguligt.

Tað sigur ein brosandi Beinir, sum velur ymiskar sangir, ið vekja góð minnir.

Beinir hevur altíð verið vanur at framføra. Tað finnast upptøkur av honum, har hann longu sum trý ára gamal framførir fyri sínum ommum og abbum.

G! 2025, Beinir

Caption: 
Beinir, tá hann framførdi á G! í ár (mynd: Joachim Vilstrup)

 

Mamman og pápin hava ávirkað hann við hvør sínum tónleika stíli. Mamman spældi nógv Macy Gray og Norah Jones í bilinum, meðan pápin lurtaði eftir blues og rock.

Í dag kemur íblásturin frá fleiri kendum singer-songwriters sum t.d. Sam Fender, John Mayer og Tallest Man on Earth.

Her eru sangirnir, sum Beinir velur í sendingini:

Macy Gray - I Try

Blues Traveller - Maybe I'm Wrong

John Mayer - The Age of Worry

The Tallest Man on Earth - Foothills

Train - Drops of Jupiter

Sam Fender - Seventeen Going Under

Benal - Uh Babe

Marius Ziska - Meðan vit bíða

Sendingin við Beini verður send í útvarpinum í dag kl. 17.05, men er longu nú at finna á KVF Ljóð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Nýtt ljóð
201713
Hósdag 18. desember
Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
201704
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552