Steno boðið út

Steno boðið út
Arbeiðið at byggja Stenomiðstøð Føroya er boðið út
Soleiðis fer nýggja Stenomiðstøðin at síggja út.
Mynd: Landsverk.  
 
11.08.2025 - 08:30

Arbeiðið at byggja Stenomiðstøð Føroya er boðið út.

Ein 1200 fermetra stórur bygningur í tveimum hæddum til Steno Diabetis Center Føroya skal byggjast tvørtur um verandi c-bygning, sum er høgrumegin høvuðsdyrnar á Landsjúkrahúsinum. 

Arbeiðið verður sambært Landsverki, sum bjóðar út, skipað í trimum stórarbeiðstøkum.
 
Freistin at bjóða er 23. september.

Vinnari verður kunngjørdur 28. oktober, og veitingardagurin er 3. november.

Steno miðstøðin verður liðug í 2027. 

Novo Nordisk fíggjar verkætlanina. Men ein føroysk eykajáttan verður eisini neyðug. 

Stenomiðstøðin hevur virkað í Føroyum síðani januar 2023. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV