Grovur harðskapur í Landsrættinum

Grovur harðskapur í Landsrættinum
Eystari landsrættur skal nú avgera, um dómurin hjá Føroya rætti 27. mai í ár er rættur
Harðskapurin var í Skálafirði í november í fjør.
 
19.08.2025 - 06:15

Eystari landsrættur skal nú avgera, um dómurin hjá Føroya rætti 27. mai í ár er rættur.

Hann fer í dag og í morgin at viðgera málið hjá einum 32 ára gomlum manni úr Filipsoyggjunum.

Maðurin fekk í Føroya rætti eitt árs fongsul treytaleyst, og hann var vístur av landinum.

Hann var dømdur fyri serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og fyri ólógliga inntreinging í Skálafirði 21. november í fjør.

Maðurin kærdi dómin.

Men hann hevur verið í varðhaldinum til nú, mál hansara verður viðgjørt í landsrættinum. 

Skuldsetingin var drápsroynd, men ákæran bleiv serliga grovur, ráur ella vandamikil harðskapur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968