Dávid Reynheim úttikin til U21-landsliðið

Dávid Reynheim úttikin til U21-landsliðið
Ólavur Mikkelsen hevur úttikið U21-landsliðið, sum skal spæla móti Íslandi og Luksemborg. Millum teir nýggju á liðnum er 17 ára gamli Dávid Reynheim
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari
Mynd: Bárður Lydersen  
 
25.08.2025 - 09:57

Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsliðsvenjari, hevur úttikið landsliðið, sum skal spæla móti Íslandi og Luksemborg, ávikavist 4. septembur og 9. septembur. Báðir dystirnir eru á útivølli.

Venjarin hevur gjørt fýra broytingar frá seinast. Torkil Holm, TB, og HB spælararnir Ejvind Mouritsen og Heini Sørensen, eru tøkir eftir at hava verið skaddir, meðan 17 ára gamli Dávid Reynheim eisini hevur fingið U21-landsliðsboð. Áleyparin spælir í italska Torino.

 

Dávid Reynheim í dysti fyri HB

Frávaldir eru Jón í Horni Nielsen, Marius Nón, Silas Gaard og Bartal Páll Klein. U21-landsliðið hevur spælt ein dyst og tað var í Klaksvík móti Estlandi. Tá vann føroyska liðið 2-1. Ólavur Mikkelsen segði á tíðindafundinum, at serliga Ísland hevur ein góðan árgang í løtuni.

 

Málmenn

Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

 

Verjuspælarar

Aron Reinert Hansen, B68
Jákup Vilhelmsen, B68
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jonsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála
Torkil Holm, TB
Jónas Prior, 07 Vestur

 

Miðvallarar

Jógvan Gullfoss, B36
Mattias Hellisdal, Vasteras SK (Svøriki)
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Dávid B. Andreassen, KÍ Klaksvík
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Ejvind Mouritsen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68
Áki Samuelsen, Ranheim (Noreg)

 

Áloparar

Jóhan Josephsen, B68
Aron Benjaminsen, Kristiansund (Noreg)
Dávid Reynheim, Torino (Italia)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852