Fýra vikur í varðhaldi aftrat

Fýra vikur í varðhaldi aftrat
Donsk kvinna er skuldsett fyri at smugla hassj og kokain til Føroya
36 ára gamla danska kvinnan skal vera í varðhaldi í fýra vikur aftrat. (Savnsmynd)
 
26.08.2025 - 09:36

Ein 36 ára gomul kvinna er í Føroya rætti varðhaldsfongslað í fýra vikur aftrat.

Hon er skuldsett fyri at royna at smugla fýra kilo av hassji og 500 gramm av kokaini til Føroya.

Kvinnan, sum er donsk, kom við Norrønu til Havnar 27. juli.

 

Treytaleys fongsulsrevsing

Sunnudagin fekk ein maður seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava trý kilo av hassji við sær til Føroya.

Hann var tikin á flogvøllinum um vikuskiftið. Hann játtaði seg sekan og fekk tí straksdóm í Føroya rætti.

Hassjið var fjalt innan fyri fóðrið í kuffertinum hjá manninum.

Maðurin, sum er føroyingur, er 32 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011