Kommunur hava avlop triðja árið á rað

Kommunur hava avlop triðja árið á rað
Fíggjarkreppan rakti ikki so meint, tí kommurnar rindaðu gamla skuld aftur
 
25.11.2013 - 15:55

Raksturin hjá kommununum er komin í eina støðuga legu. Triðja árið á rað høvdu kommunurnar samanlagt eitt lítið avlop, og bæði rakstur, íløgur og inntøkur vuksu hóvliga, skrivar Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp

Í 2012 brúktu kommunurnar 1,5 milliardir til rakstur og íløgur, 50 milliónir meira enn í 2011.

Síðan 2001 eru útreiðslurnar hjá kommununum vaksnar. Einstøk ár eru undantøk, serliga væl síggjast stóru útreiðslurnar í 2008 og fallið árið eftir, tá fíggjarkreppan rakti Føroyar sum ein flóðalda.

Í 2008 gjørdu kommunurnar óvanliga nógvar íløgur. Árið eftir, í 2009, fullu rakstrar- og íløguútreiðslurnar við 300 milliónum, ein minking upp á 16 prosent. Síðan 2010 eru útreiðslurnar hjá kommunum samanlagt vaksnar við 100 mió kr.

Skatturin vaks 36 mó.kr. í fjør

Skattainntøkurnar hjá kommununum í 2012 vóru 1.570 milliónir kr., og tað vóru 36 milliónir meira enn í 2011, upplýsir Hagstovan.

At fíggjarkreppan ikki rakti kommunurnar so hart, er helst tí, at tær brúktu meginpartin av orkuni til at rinda skuld frá kreppuni í 90-árunum heilt fram til 2006.

Í 2006 vóru kommunurnar undir einum at kalla skuldarfríar. Men fyri at fíggja íløgur vaks samlaða kommunala skuldin til 740 milliónir í 2009.

Sjálvt um kommunurnar ikki hava rindað skuldina aftur í stórum síðan 2009, er lutfallið millum nettoskuldina og skattin tó minkað nógv.. Í 2009 høvdu kommunurnar sambært Hagstovuni eina nettoskuld, sum var um 55 prosent av skattainntøkunum, og í 2012 var hon minkað niður í 39 prosent.

Orsøkin til, at skuldarlutfallið minkar, er í høvuðsheitum, at skattainntøkurnar hjá kommununum veksa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172