- Rætt og klæðiligt at seta kanning í verk

- Rætt og klæðiligt at seta kanning í verk
Eingin ítøkilig ætlan liggur á borðinum, men landsstýrismaðurin í almannamálum er sinnaður at kanna viðurskiftini hjá teimum, sum vórðu send av landinum
- Tað er nakað, sum verður tikið upp øgiliga skjótt saman við restina av landsstýrinum, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum.
 
30.08.2025 - 17:10

- Tað er í grundini tað einasta rætta at gera, sigur Eirikur í Jákupsstovu, sum er sinnaður at seta eina kanning í verk, sum skal nágreina viðurskiftini hjá teimum, sum vórðu sent av landinum. 

Eingin ítøkilig ætlan liggur á borðinum, men hetta verður tikið upp við restina av landsstýrinum, lovar landsstýrismaðurin. 

Ein áheitan um at seta slíka kanning í verk er komin frá ávíkavíst forkvinnuni í Megd og forkvinnuni í Javna. 

- Ein kanning er grundarlag fyri at landsins myndugleikar kunnu taka ta ábyrgd, sum skal til, sigur Helena Jørmundson, sum er forkvinna í Javna

Ein donsk kanning er longu gjørd, men vit vita framvegis ov lítið um føroyingarnar, sum vórðu sendir á danskar stovnar, viðurkennir Eirikur í Jákupsstovu. 

 

Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í almannamálum her:

 

1760818

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065