Hákun og teir løgdu fyri við sigri

Hákun og teir løgdu fyri við sigri
Hákun West av Teigum skeyt trý mál, tá meistaraliðið Füchse Berlin byrjaði kappingarárið við tryggum sigri á uppflytarunum BHC
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin løgdu fyri við sigri í fyrsta landskappingardystinum í ár
 
31.08.2025 - 16:11

Hákun West av Teigum skeyt trý mál, tá Füchse Berlin vann 39-27 á uppflytaranum Bergischer HC í fyrsta landskappingardystinum hjá meistarunum í ár.

Føroyski vongurin, sum skoraði upp á allar sínar skotroyndir, skeyt høvuðsstaðarfelagið í gongd í fyrsta minutti, og legði tvey mál afturat ímóti endanum av dystinum, sum leingi var javnari, enn endaliga úrslitið ber boð um.

Hálvleikstøðan var 20-17, og tá 38 minuttir vóru spældir var javnt 23-23. Eftir hetta skrædnaði, og Füchse Berlin drønaði avstað við Mathiasi Gidsel á odda.

 

Elias og Kiel vunnu tepurt

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel fingu eisini tvey stig í sínum fyrsta bundesligadysti hetta kappingarárið, men tað stóð eitt sindur á á útivølli ímóti Erlangen.

Føroyski spælskiparin spældi nógv, skoraði seks mál og legði upp til tvey í dystinum, sum Kiel vann 31-29.

Mikukvøldið tapti Hannover-Burgdorf við Vilhelmi Poulsen á liðnum 29-26 fyri Gummersbach á heimavølli.

 

Óli kanónbyrjan

Óli Mittún kom væl frá byrjan í bestu donsku hondbóltsdeildini, tá GOG vann á tapandi DM-finalistunum í fjør, Skjern. Føroyska stjørnuskotið skeyt fimm mál og var við í øllum tí góða, sum fjónliðið skapti í álopinum.

Ferð eftir ferð skapti fótfimi bakspælarin pláss til liðfelagarnar í dystinum, sum GOG vann 31-27. Óli Mittún fekk nógv rós fyri sítt avrik; einasta minusi vóru mongu brendu skotini hjá hoyvíkinginum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763