KÍ og HB annað beinið í steypafinaluni

KÍ og HB annað beinið í steypafinaluni
KÍ og HB vunnu á ávíkavist Skála og Víkingi á útivølli, og hava tí góðar møguleikar at koma í steypafinaluna hjá kvinnum undan seinnu hálvfinalunum í næstum
Nógv bendir á, at HB og KÍ skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í steypafinaluni
Mynd: Rói Sørensen/HB  
 
04.09.2025 - 09:17

Nógv bendir á, at KÍ og HB bresta saman í steypafinaluni hjá kvinnum, sum verður á Tórsvølli 27. september.

Fyrru hálvfinalurnar vórðu spældar í gjár, og bæði KÍ og HB tryggjaðu sær gott útgangsstøði til seinnu hálvfinalurnar við tryggum sigrum á útivølli ímóti Skála og Víkingi.

KÍ vitjaði Skála undir Mýruhjalla, og við fleiri av bestu spælarunum á beinkinum vunnu klaksvíkingar 3-1. Birita Mohr, Karla Sjóstein og Maria V. Johansen skutu málini hjá útiliðnum, og Sara Benjaminsen skoraði málið hjá Skála.

Í Sarpugerði var málleyst í steðginum, men HB skoraði tríggjar ferðir í seinna hálvleiki. Silja Ragnarsdóttir Trier legði fyri, tá ein lítil tími var spældur, og síðstu løtuna øktu Fridrikka Clementsen og Lisa Haraldsen.

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 14. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542