Landsinnsavningin hjá Reyðakrossi er í dag

Landsinnsavningin hjá Reyðakrossi er í dag
Landsinnsavningin hjá Reyðikrossi Føroya er í dag, har sjálvboðin pikka á dyr kring alt landið og savna inn pening til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum
 
06.09.2025 - 12:04

Reyðikrossur Føroya hevur avgjørt, at partur av peninginum frá Landsinnsavningini 6.-13. september verður sendur beinleiðis til neyðhjálp í Afganistan. Afganistan er seinastu vikurnar rakt av fleiri hørðum jarðskjálvtunum í landinum. 

Túsundtals fólk hava latið lív ella eru særd, og heilar bygdir eru oyðilagdar. Tørvurin á bráðfeingis hjálp er stórur, skrivar Reyðikrossur.

Hølini hjá Reyðakrossi í Vágsbotni í Havn eru opin frá kl. 10 fram til kl. 16 í dag, og har ber til at koma eftir bússum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928