Suðurkoreisku kvinnurnar framvegis eftirlýstar

Suðurkoreisku kvinnurnar framvegis eftirlýstar
Telefonupplýsingar staðseta kvinnurnar, sum eru systrar, nærindis Trælanípuni/Bøsdalafossi 2. september kl. 20.46
Soo Jung Park og Soo Yeon Park úr Suðurkorea eru framvegis eftirlýstir. (Mynd: Politiið)
 
08.09.2025 - 11:09

Løgreglan eftirlýsir framvegis tvær suðurkoreiskar kvinnur,  Soo Jung Park og Soo Yeon Park, sum seinast vóru sæddar í Miðvági 2. september umleið klokkan 16.45.

Kvinnurnar eru systrar, og telefonupplýsingarnar staðseta tær í økinum nærindis Trælanípuni/Bøsdalafossi 2. september kl. 20.46

Tær hava asiatiska útsjónd, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, ljósa húð og hálvsítt, svart hár. 

Tær vóru í nøkulunda eins klæðum:
- Hvítari, síðari skjúrtublusu
- Svørtum gamassjubuksum
- Hvítum tennissokkum við svørtum strípum 
- Svørtum gongustilvum í øklahædd 

Tey, sum hava upplýsingar Soo Jung Park og Soo Yeon Park, kunnu ringja tlf. 351448. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065