Veður og streymur gera av, um Galaxy siglir

Veður og streymur gera av, um Galaxy siglir
Siglt verður ikki meira í dag, men roknað verður við, at rættlag kemur á suðuroyarleiðina í morgin
Galaxy gjørdi bara ein túr millum Krambatanga og Havnina í dag. Seinnapartstúrurin var avlýstur fyri veður.
 
08.09.2025 - 13:11

- Veðrið og streymurin gera av, um Galaxy kann sigla.

Tað sigur Niels Nielsen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum landsins, nú Galaxy bara hevur siglt í morgun, og hevur avlýst restina av degnum.

Roknað verður við, at siglingin á suðuroyarleiðini kemur í rættlag í morgin:

 

08092025_Galaxy_1

 

Galaxy byrjaði á suðuroyarleiðini 23. august, og røkir hana, meðan Smyril er í dokk og til 20 ára klassing. 

Dokkingin fer væntandi at vara í umleið 8-10 vikur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655