Pólland skotið russiskar dronur niður, sum vóru á veg inn í Ukraina

Pólland skotið russiskar dronur niður, sum vóru á veg inn í Ukraina
Ein drona rakti eini íbúðarhús í Póllandi
Pólska stjórnin hevur kreppufund um russiska dronuálopið í dag.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.09.2025 - 07:21

Í nátt skeyt polska verjan niður fleiri dronur, sum vóru komnar inn í polskt loftrúm. 

Ein av dronunum rakti ein íbúðarhús, skrivar Polsat News, sambært Reuters.

Pólland sigur, at hernaðarflogfør vórðu send avstað, í sambandi við eitt russiskt dronuálop á Ukraina í nátt. 

Eisini varð boðað frá, at nakrar dronur vóru komnar inn í loftrúmið yvir vestara parti av Ukraina, sum vóru á veg móti býnum Lutsk. 

 

Hernaðarflogfør send avstað

Stutt eftir boðaði pólska verjan frá, at tey høvdu sent hernaðarflogfør á flog fyri at tryggja loftrúmið í landinum.

- Hernaðarflogfør hjá Póllandi og sameindum eru send avstað, og loftverju- og radarskipanir á landi eru í hægstu tilbúgving, boðaði pólska herdeildin frá. 

Sambært tíðindastovuni Reuters var ikki greitt beinanvegin, hvussu nógvar dronur vóru í pólska loftrúminum.

- Støðan er sera spent, sigur trygdargreinarin og fyrrverandi stjórin í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, Jacob Kaarsbo, við danska TV2:

 

10092025_Kaarsbo

 

Polska stjórnin hevur kallað inn til kreppufund í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224