Í stríði fyri frælsum og sjálvstøðugum Evropa

Í stríði fyri frælsum og sjálvstøðugum Evropa
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, hevur hildið røðu í ES-tinginum í Strausbourg
Ursula von der Leyen teknaði dapra mynd av gerandisdegnum hjá nógvum evropearum, tá ið hon helt røðu fyri ES-tinginum í Strasbourg.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.09.2025 - 09:16

- Vit eru í stríði fyri frælsum og sjálvstøðugum Evropa, segði forkvinnan í ES, Ursula von der Leyen, í árligu "Status of the Union" røðu síni.

Røðan í dag í ES-tinginum í Strasbourg var við stóru russisku dronuálopunum á Pólland í gjárkvøldið í huga, tá ið pólska verjan skeyt niður fleiri dronur, sum vóru komnar inn í plskt loftrúm. 

Ein av dronunum rakti einí íbúðarhús, skrivar Polsat News, sambært Reuters.

- Evropa hevur samhuga við Póllandi, segði forkvinnan í ES-nevndini.

 

Stuðul til Ukraina

Stórur partur av røðuni snúði seg um stuðul til Ukraina og tørvin á at styrkja trygdina í ES.

- Tað snýr seg um at hava frælsi og vald til at avgera okkara egnu framtíð, segði Ursula von der Leyen.

Hon teknaði dapra mynd av gerandisdegnum hjá nógvum evropearum í ivasamari fíggjarstøðu, bústaðarkreppu og kríggi á evropeiska meginlandinum.

Von der Leyen heitti á londini um at standa saman, heldur enn at berjast hvørt ímóti øðrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161