- Tíðindi, mentan og ítróttur
Upplesarar fáa eisini bókasavnsgjald
Upplesarar fáa eisini bókasavnsgjald
Nýggjar reglur eru gjørdar um, hvussu bókasavnsgjaldið skal býtast

Freistin at søkja um bókasavnsgjald er 1. oktober.
15.09.2026 - 08:24
Upplesarar hava nú eisini rætt til bókasavnsgjald, skrivar Landsbókasavnið.
Freistin at søkja um bókasavnsgjald er 1. oktober.
Verk, sum komu í fjør, vera tikin við í ár.
Mentamálaráðið hevur gjørt nýggjar reglur um, hvussu bókasavnsgjaldið skal býtast.
Bókasavnsgjald er samsýning, sum landið letur føroyskum høvundum fyri at hava bøkur, ljóðbøkur, e-bøkur og listaverk tøk á føroysku bókasøvnunum.
Høvundar eru rithøvundar, tónaskald, týðarar, upplesarar, myndlistafólk og fotografar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























