Miriam í bestu donsku deildini: Tað kennist óveruligt

Miriam í bestu donsku deildini: Tað kennist óveruligt
Badmintonspælarin Miriam í Grótinum hevur vunnið sær pláss á besta liðnum hjá KBK, sum er flutt upp í bestu donsku deildina, og skal nú spæla sínar fyrstu dystir fyri felagið
Miriam í Grótinum verður fyrsti føroyingurin, sum spælir badminton í bestu donsku deildini
Mynd: Badmintonsamband Íslands  
 
15.09.2026 - 10:06

Í kvøld røkkur Miriam í Grótinum einum máli, sum hon hevur arbeitt hart og leingi fyri.

Sterki badmintonspælarin úr Havn verður nevniliga fyrsti føroyingurin, sum spælir í bestu donsku deildini, Badmintonliguni.

 - Tað kennist faktiskt óveruligt. Tá venjarin segði tað við meg áðrenn summarfrítíðina, trúði eg tí ikki heilt. Ikki fyrr enn eg nú sá navnið hjá mær á liðuppstillingini. Tað er so stórt í sjálvum sær, sigur Miriam í Grótinum.

 - Eg eri eisini fyrsti føroyingur sum spælir í bestu deildini, og tí eri eg sjálvandi sera errin av og taki tað sum eitt stórt herðaklapp frá venjaranum. 

 

Krevur bæði tol og ágrýtni

Fleirfaldi føroyameistarin hevur spælt fyri danska felag sítt í hálvtfjórða ár, og samstundis sum KBK flutti upp, var Miriam í Grótinum vald út til at vera millum føstu spælararnar á besta liðnum, har sera hørð kapping er um plássini. 

Til dømis hevur felagið útvega sær Anders Skaarup Rasmussen, sum hevur kappast til OL og er nummar 15 á heimsstyrkilistanum í tvímansleiki, at umboða felagið í bestu deildini. 

Tað hevur kraft nógva venjing og stríð at vinna pláss millum tey fremstu í felagnum, og viðhvørt hevur Miriam í Grótinum verið nær við at missa mótið.

 - Kósin hevur ikki verið bein, men heldur havi eg havt bæði upp- og niðurtúrar á leiðini. Fyri tveimum árum síðan, spældi eg á 3. liðnum og var sera vónbrotin. Eg var nær við at skifta felag, men góða sosiala mentanin í KBK og eitt prát við venjaran um hansara ætlan, hildu mær aftur, greiðir Miriam í Grótinum frá.

 - Tað krevur bæði tol og ágrýtni, tá harða arbeiðið ikki sæst aftur í, hvørjum liðið tú skalt spæla fyri, og eg eri glað fyri, at eg havi havt bæði tvey, sigur føroyski badmintonspælarin.

 


Føroyar hava tikið seg nógv fram í badminton síðstu árini. Hetta kom greitt til sjóndar á oyggjaleikunum á Orknoyggjum í fjør, har nógv gullmerki komu til høldar. (Mynd: Dánial Olsen)

 

Venur hjá fyrrverandi stórspælara

Miriam í Grótinum, sum er vaksin upp í Havnar Badmintonfelag, hevur eisini fingið pláss á Peter Gade-akademinum, har heimskendi danski badmintonspælarin nú er høvuðsvenjari, og fleiri av bestu badmintonspælarunum í Danmark venja regluliga.

 - Hvør venjing har kennist heilt serlig, og tí er tað ein sera góður møguleiki hjá mær at mennast. Peter Gade er ein harður venjari, sum veit hvat skal til fyri at verða best, og tí pressar ein til at gera sítt besta og ikki vera nøgdur við mistøk, greiðir Miriam í Grótinum frá.

Føroyingurin, sum er ein stórur og kraftmikil badmintonspælari, skal nú venja seg við nýggju tilveruna við regluligum dystum og hægri stigi enn nakrantíð fyrr.

Harumframt hevur hon spennandi landsliðsuppgávur fyri framman. Í vetur vera Føroyar vertur fyri Small States-kappingini, og næsta summar eru oyggjaleikirnir í Føroyum. Tvær kappingar, sum Miriam í Grótinum gleðir seg til.

 - Málið er at vinna Small States við føroyska landsliðnum, og sjálvandi ætli eg mær at endurvinna mínar tríggjar gull til oyggjaleikirnar og vinna liðkappingina á heimabana, sum verður nakað heilt serligt, sigur Miriam í Grótinum.

SÍ EISINI: Rørdur Rúni Øster skrivaði søgu

 

Fyrstu bóltarnir flúgva í kvøld

Í kvøld spælir KBK fyrsta dystin hetta kappingarárið á útivølli ímóti Højbjerg beint sunnanfyri Aarhus. Miriam skal spæla tvímansleik og blandaðan tvímansleik, har hon fer á vøllin saman við Maluk Christoffersen úr Grønlandi.

Eins og Miriam í Grótinum skrivar hann badmintonsøgu sum fyrsti grønlendingurin í Badmintonliguni. Tey bæði kunnu vænta sær harða mótstøðu, men Miriam í Grótinum gleðir seg og hevur góðar vónir. 

 - Sjálvandi havi eg eitt sindur av nervum, men allarmest eri eg spent uppá at skula spæla. Eg fari royna at njóta tað og bara gera mítt allarbesta fyri liðið bæði inni á og uttanfyri banan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303