Galaxy sigldi við opnum hekkuportri

Galaxy sigldi við opnum hekkuportri
Tað er bæði ólógligt og vandamikið, men mánakvøldið 1. september var hekkuportrið á Galaxy opið meðan skipið var út fyri Lítlu Dímun
Galaxy sigldi við opnum portri á opnum havi tann 1. september
 
16.09.2025 - 19:00

Tá Galaxy sigldi av Havnini suður á Krambatanga mánakvøldið 1. september, var tað við opnum hekkuportri. Nakað, sum bæði er ólógligt og vandamikið.

Kringvarpið hevur eina mynd, sum er tikin á biladekkinum á Galaxy klokkan 19.36 hetta kvøldið, sum greitt vísir, at portrið er opið.


Klárur dagur sæst í opinum millum portrið og hekkuna. Hekkan er bundin føst við einum farmastroppi

 

Altjóða reglur siga, at ferjur av slíkum slag ikki hava loyvi til at loysa og fara frá bryggju, fyrr enn portrið er afturlatið, skalkað og stongt. Hesar reglur verða nevndar SOLAS, og eru eisini galdandi í Føroyum.


Var á opnum havi
Kringvarpið hevur kannað myndina og hevur fingið váttað, at myndin er røtt. Sokallað metadata í myndini vísa, at hon er tikin 1. september í ár klokkan 19.36.

Vikmar, sum hevur útgerð at finna knattstøðuna hjá skipum - eisini aftur í tíð, hevur kannað, hvar Galaxy var statt júst tá myndin varð tikin. Sambært teirra upplýsingum, so var skipið tá beint eystan fyri Lítlu Dímun.


1. september kl.19.36 var Galaxy beint eystan fyri Lítlu Dímun við opnum hekkuportri. Mynd: Vikmar.

 

Kannað í dag
Skipaeftirlitið hevur í sambandi við áheitan frá Kringvarpinum kannað viðurskiftini umborð á Galaxy, tá skipið fór av Krambatanga klokkan 14 í dag. Tá var alt í lagi við hekkuportrinum.

Á middegi hendan 1. september, fekst hekkuportið ikki upp, og tí sluppu fólk ikki í land á Krambatanga. Og tað var hetta kvøldið, at skipið sigldi við opnum portri.

Jón Helmsdal er skipsførari og undirvísingarleiðari fyri navigatørar á Sjómansskúlanum. 

Hann sigur, at hann hevði ikki loyst frá landi undir slíkum umstøðum.

SAMRODA_GALAXY


Meira um málið í útvarpinum og í Degi og viku í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391