Nú kemur regluverkið um landsins pengar

Nú kemur regluverkið um landsins pengar
Uppskot er nú gjørt um fíggjarpolitiskt regluverk og sent til hoyringar
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt uppskot um fíggjarpolitiskt regluverk.
 
18.09.2025 - 06:08

Uppskot er nú gjørt um fíggjarpolitiskt regluverk og sent til hoyringar.

Fíggjarmálaráðið sigur, at endamálið við uppskotinum er at seta hámark fyri, hvussu nógv útreiðslurnar hjá landinum til rakstur kunnu vera. 

Haraftrat er uppskotið um løgujáttanir og løgukendar játtanir hjá landinum.

Tær skulu vera í samsvari við løguætlan, sum løgtingið hevur samtykt. 

Uppskotið er ikki enn um alt tað almenna, tí kommunurnar eru ikki við. 

Í fyrstu atløgu er ætlanin at fáa fyriskipanirnar at virka hjá landinum. 

Arbeitt verður víðari við, hvussu og nær alt tað almenna kann vera við, sigur Fíggjarmálaráðið.

Sambært uppskotinum kann fíggjarlógin ikki hava rakstrarútreiðslur, sum eru meira enn eitt prosent størri enn rakstrarútreiðslurnar undanfarna ár, framskrivaðar við lønar- og prísvøkstri.

Tað stendur í samgonguskjalinum frá 2022, at slíkt regluverk skal gerast.

Og Búskaparráðið mælir til at gera fíggjarpolitiskt regluverk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666