Fráflytingarmynstrið framvegis tað sama

Fráflytingarmynstrið framvegis tað sama
- Tølini sýnast at minka, men hyggja vit eftir flyting í mun til støddina av árgangum, so er mynstrið meir ella minni sama tað sama, sigur hagfrøðingur á Hagstovuni
Føroyar missa framvegis fimta hvønn av hvørjum árgangi, sigur Erla Thorsteinsson, hagføðingur.
 
20.09.2025 - 14:07

Hóast tølini sýnast at minka, so er føroyska fráflytingarmynstrið yvirskipað enn tað sama. Tað merkir, at vit framvegis missa fimtahvønn av hvørjum árgangi, sigur Erla Thorsteinsson.

Broytingin er sostatt, at árgangirnir eru minni, meðan mynstrið ikki er broytt -  heldur ikki, tá talan er um kyn, greiðir hagfrøðingurin á Hagstovuni frá. Tá sipar hon til, at vit hava eitt søguligt undirskot av kvinnum í Føroyum. 

- Ein øgiliga stórur partur av tí undirskotinum eru fólk millum 20 og 35 ár. Tá eru tað faktiskt 122 menn fyri hvørja 100 kvinnur í Føroyum.  Tað greiddi Erla Thorsteinsson frá í sambandi við ráðstevnu í Smæruni í Havn um fráflyting og kyn, sum Javnstøðunevndin skipaði fyri í gjár. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

1765016

 

Um vit vilja loysa avbjóðingina við fráflyting, so eru kanska góð ráð at heita úr grannatjóðini. Hyggja vit til dømis eftir Íslandi, so er ein broyting farin fram, vísir Erla Thorsteinsson á. 

Í Íslandi missa tey tíggjunda hvønn, men tey plagdu at liggja sama stað, sum vit gera í Føroyum, sigur hagfrøðingurin. - So tað kann vísa okkum í Føroyum, at tað ber til at venda gongdini, endar Erla Thorsteinsson.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650