Elias heldur fram við stórspælinum

Elias heldur fram við stórspælinum
Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur í miðdeplinum, tá THW Kiel vann úti á Leipzig og tók oddasessin í Bundesliguni
Elias vísti vegin í sigrinum hjá Kiel á Leipzig, og nú eru norðurtýskararnir fremstir í Bundesliguni
Mynd: THW Kiel  
 
21.09.2025 - 20:33

Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur í miðdeplinum, tá THW Kiel vann á Leipzig og tók oddasessin í Bundesliguni.

Føroyingurin skeyt átta mál og legði upp til onnur átta í 41-34 sigrinum í Sachsen, og telist millum heitastu spælararnar í Týsklandi í løtuni. 

Sum vera man komu flestu málini úr seks metrum ella eftir gjøgnumbrot, meðan nógv av uppleggunum komu strikuni Lukas Laube til góðar. Hann skeyt tíggju mál í dystinum.

Kiel hevur nú 10 stig og er fremst í landskappingini eitt stig frammanfyri Magdeburg, sum heldur óvæntað bert fekk javnleiki ímóti Erlangen leygardagin.

 

Hákun og Vilhelm vunnu eisini

Meistaraliðið Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum tykist hava fótað sær aftur eftir venjaraskiftið fyri kortum. Føroyski vongurin skeyt tvey mál upp á tvær royndir, tá Melsungen vitjaði í Berlin.

Füchse Berlin vann 30-24 og kom upp á seks stig eftir fimm spæld umfør.

Triði føroyingurin í bestu týsku deildini spældi eisini ein góðan dyst sunnudagin. Vilhelm Poulsen skeyt fimm mál, tá Hannover-Burgdorf vann 28-24 á Rhein Neckar Löwen og vann seg upp á 13. pláss við fýra stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738