Byggja meira út á Hulki

Byggja meira út á Hulki
Bygdarráðið í Sjóvar kommunu fer seinni í vikuni at taka støðu til at brúka 5,5 milliónir kr. til at útbyggja havnarlagið
Oljufelagið Krafta hevur tveir oljutangar á Hulki.
 
22.09.2025 - 15:45

Sjóvar kommuna ætlar at byggja norðaru kai og sunnaru kai saman, so at møguleiki verður at hava enn meira virksemi.

Virksemið á Hulki er nógv vaksið í seinastuni, sigur Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

Fyri stuttari tíð síðani byrjaði oljufelagið Krafta sítt virksemi á Hulki. Felagið hevur tveir stórar goymslutangar har.

 

Hans Anders Jacobsen er borgarstjóri í Sjóvar kommunu. 

 

Norðara bryggjan varð útbygd fyri nøkrum árum síðani, og hon er nú djúphavn. Tað eru umleið 80 metrar millum bryggjurnar, og ætlanin er at byrja arbeiðið í ár at binda tær saman.

Bygdarráðið í Sjóvar kommunu fer seinni í vikuni at taka støðu til at brúka 5,5 milliónir kr. til at fara undir arbeiðið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

22092025_Hulkur

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522