Áron Vest tekur seg úr Sambandsflokkinum

Áron Vest tekur seg úr Sambandsflokkinum
Hann sigur seg ikki longur kunna vera limur í einum flokki, sum stendur sum uppskotsstillari til málið um fría fosturtøku
At tingfólk hjá Sambandsflokkinum stendur sum uppskotsstillari at broyta fosturtøkulógina, hevur fingið Áron Vest at taka seg úr flokkinum.
 
23.09.2025 - 08:17

Valevnið hjá Sambandsflokkinum á seinasta løgtingsvali, Áron Vest, boðar nú alment frá, at hann meldar seg úr flokkinum. 

Í lesarabrævi í Norðlýsinum takkar hann fyri seg og sigur, at hann vil ikki longur vera skrásettur limur og heldur ikki á nakran hátt at hava nakað við flokkin at gera frameftir.

- Eg kenni meg ikki heima í einum flokki, sum eftir mínari fatan fer so lætt um málið viðvíkjandi fríari fosturtøku. 

- Mín samvitska er bundin at Guds Orði, og tí kann eg ikki longur, við reinari samvitsku, vera limur í einum flokki, sum stendur sum uppskotsstillari til eitt slíkt vanlukkumál, sum frí fosturtøka er.

- Eg haldi, at vit trúgvandi, konservativu sambandsfólk, hava latið okkum trýst til tøgn, ístaðin fyri at standa fast við okkara grundleggjandi virðir og sannleika.Tað vil eg ikki finna meg í longur.

Á seinasta løgtingsvali, sum var í 2022, fekk Áron Vest 134 atkvøður, og hann fekk 113 atkvøður á kommunuvalinum í Klaksvík í 2024.

Hoyr samrøðubrot við Áron Vest her:

 

23092025_Aron_Vest

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858